Viðtøkur
§ 1
Navn felagsins er Hjartafelagið.
§ 2
Endamál felagsins er:
- At upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og eggja til fyribyrgingar av teimum, við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi
- At røkja felags áhugamál hjá hjarta – og blóðrenslsjúklingum, við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsuverkið ikki fevnir um
- At stuðla vísundaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð
- At umboða Føroyar í útlendskum felagsskapum við líkum endamáli
§ 3
Einstaklingar, pør, stovnar og felagsskapir kunnu gerast limir í felagnum.
§ 4
Limagjaldið verður ásett á vanliga ársaðalfundinum fyri hvørt eftirfylgjandi roknskaparár. Roknskaparárið er álmannakkaárið. Roknskapurin skal grannskoðast av tveimum grannskoðarum, sum verða valdir á ársaðalfundinum.
§ 5
Felagið verður stýrt av eini 5 - mannanevnd, sum verður vald á ársaðalfundi. Ein nevndarlimur skal verða lækni. Formaðurin verður valdur einsæris á aðalfundi støk ár, fyri tvey ár. Hvørt ár standa 2 nevndarlimir fyri vali.
Á hvørjum aðalfundi verða valdir 2 eykalimir til nevndina. Nevndar – og eykalimir kunnu veljast aftur.
§ 6
Nevndin skipar seg við næstformanni og skrivara, og hevur heimild til at seta lønt hjálparfólk til at hava dagliga virki felagsins í hondum. Nevndarfundur skal verða hildin í minsta lagi eina ferð um ársfjórðingin, og annars so ofta sum tørvur er á.
§ 7
Hægsti myndugleiki felagsins er ársaðalfundurin, sum skal verða í februar mánaða, og lýsast 14 dagar frammanundan í føroyskum fjølmiðlum við hesi dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins frá virki felagsin í farna árið.
3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
4. Val av formanni.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Val av tveimum grannskoðarum.
7. Ásetan av limagjaldi.
8. Viðgerð av innkomnum málum.
9. Ymiskt.
§ 8
Mál, sum limir vilja hava viðgjørd á ársaðalfundi, mugu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Á ársaðalfundinum ræður vanligur meiriluti. Atkvøðast kann við at rætta hondina upp, men verður tað kravt, skal atkvøðugreiðslan vera skrivlig.
§ 9
Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá triðingur av limunum skrivliga ella meirilutin av nevndini krevja tað. Tað skal samstundis tilskilast, hvat eykaaðalfundurin skal verða um.
§ 10
Til lógarbroyting krevst, at tveir triðingar av teimum møttu limunum á ársaðalfundi ella eyka aðalfundi atkvøða fyri. Fæst ikki lógarbroyting á henda hátt, kann lýsast til nýggjan eykaaðalfund, og tá ræður vanligur meiriluti.
§ 11
Nevndarlimir fáa onga samsýning fyri nevndararbeiði. Í vanligum dagligum virki er nóg mikið at nevndarformaðurin skrivar undir brøv, men í størri peningamálum skal hann hava ein nevndarlim afturat sær.
§ 12
Hjartafelagið er óheft av serligum handilsligum áhugamálum, og ikki er loyvt at brúka navn felagsins í slíkum sambandi.
Nevndin kann í samband við einstøk tiltøk útvega sponsorar, og kunngera nøvn teirra.
§ 13
Avtøka av felagnum skal viðgerast á tveimum fylgjandi eykaaðalfundum, og skulu í minsta lagi 2 mánaðir liggja ímillum teir. Avtøkan er einans bindandi, um ¾ av møttu limum eru fyri, og tá mugu í minsta lagi ¾ av øllum felagslimum vera á fundi.
Er avtøka felagsins lóglig, skulu ognir felagsins fara til okkurt endamál, íð so nær sum tilber liggur tí, sum er nevnt í grein 2.
Við avtøku felagsins skal avgerðin um, hvaðar ognirnar skulu fara, leggjast fyri Føroya Landsstýri til góðkenningar.
Soleiðis samtykt á stovningarfundi í Tórshavn 17. februar 1986.