Hjartabarnið

Hjartabarnið er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum. Bólkurin er ein partur av Hjartafelagnum í Føroyum og varð stovnaður í november 2008.

Vit skipa fyri tiltøkum, har til ber at hitta onnur hjartabørn og avvarðandi at hjartabørnum. Vit miðja eftir, at tiltøkini eru upplýsandi, viðkomandi og hugnalig. Vit hava eitt nú skipað fyri tunnusláing, rørsludegi, foreldrakvøld við sálarfrøðingi o.a.m.

Hevur barn tykkara hjartafeil, skal tað skurðviðgerast og eru tit ótrygg við støðuna, ella hava tit spurningar ella bert hug at tosa við onnur í líknandi støðu sum tit, ber til at seta tykkum í samband við okkum í telduposti til hjartafelagid@gmail.com ella á Facebook.

Hjartabarnið hevur egna Facebook síðu https://www.facebook.com/Hjartabarnid

Haldið tykkum ikki aftur - Hjartabarnið er tykkara áhugabólkur.