Legg av at roykja

Royking er ein av høvuðsorsøkunum til hjartasjúkur, og tí mæla vit sjálvsagt øllum til at halda seg frá tubbakki.

Tað kann tó vera sera torført at leggja av, og tí hava vit savnað nøkur góð ráð til tín, sum fegin vil leggja av.

 

Legg eina ætlan

  • Vel ein dag, har tú fert at leggja av
  • Halt fast við tann dagin
  • Fyrireika teg mentalt til, at eftir tann dag, ert tú roykfrí/ur

 

Minst til, hví tú avgjørdi at leggja av

  • Skriva ein lista við orsøkum til, at tú vilt verða roykfrí/ur
  • Hong listan eitt sjónligt stað, soleiðis at tú altíð kanst lesa hann aftur og aftur, tá trongdin kemur á teg

 

Ver tilvitað/ur um tað, tú fært heldur enn tað, tú missir

  • Skriva ein lista við fyrimununum við at vera roykfrí/ur, t.d.
  • Betri heilsu og orku sum heild
  • Minkar um vandan fyri hjartasjúku, krabbameini v.m.
  • Maturin smakkar betur
  • Blómur, matur - alt angar betur
  • Húðin verður frískari og vakrari
  • Fleiri pengar um hendi

 

Forkela teg sjálva/n

  • Legg til síðis tann peningin, sum tú annars hevði brúkt til tubbakk
  • Forkela teg sjálva/n fyri sparda peningin

 

Legg av at roykja saman við einum vinfólki

  • Fyri nøkur av okkum er lættari at halda fast, um vit ikki eru einsamøll um tað
  • Vinfólk kunnu eggja hvør øðrum at halda á, og forða hvør øðrum at 'detta úti'

 

Legg til merkis, nær roykihugurin kemur á teg og fá nýggjar vanar

Hvat kunnu vit gera fyri at fyrbyrgja hjartasjúku?

Tað stutta svarið er, at tað er altumráðandi at hava 'hjartagóðar' vanar.

Burtusæð frá arvaligum viðurskiftum, eru mest vanligu orsøkirnar til hjartasjúku:

  • Royking
    • Sambært gransking er tubbakk høvuðsorsøk til deyðiliga hjartasjúku. Tilmælið er heilt greitt: legg av at roykja
  • Ov lítil rørsla
    • Best er at syrgja fyri, at røra seg í minsta lagi 30 minuttir um dagin - hvønn dag. Tær nýtist ikki at venja til maraton fyri at fáa fyrimun av rørsluni. Ein góður gongutúrur, urtagarðsarbeiði, dansur e.l. er líka gott. Bara tú fært pulsin upp, helst so nógv, at tú hevur ringt við at tosa.
  • Ósunnir matvanar
    • Her er meginreglan: 'Alt við máta'. Ansa eftir ikki at eta ov nógv salt, sukur og feitt. Legg teg eftir at eta grønmeti, frukt, fisk, groft breyð, havragrýn og fullkornspasta.
    • Royn ikki at eta søtt til dagligt. Tá tú etur søtt, er best at eta myrka sjokolátu (70%) og marcipan.
  • Høgt kolesterol
    • Vit skulu hava kolesterol í blóðinum. Vit kunnu ikki vera tað fyri uttan, men tá tað verður ov høgt, kann tað vera skaðiligt og elva til blóðtøppar. Hjá frískum fólkum er tilmælið, at samlaða kolesteroltalið helst skal liggja undir 5.
    • Tá læknin tosar við okkum um kolesterol, er talan um ávikavist LDL og HDL. LDL er tað skaðiliga kolesterolið, meðan HDL er tað góða kolesterolið, sum er við til at minka um LDL.
    • Tú merkir ikki, um kolesterolið í blóðinum er ov høgt, og tí er umráðandi javnan at fáa kolesteroltalið kekkað.
  • Høgt blóðtrýst
    • Blóðtrýstið er mát fyri, hvussu hart hjartað skal arbeiða fyri at pumpa blóðið út í kroppin. Er trýstið ov høgt, verður hjartað ovbyrjað og við tíðini veikari.

      Ov høgt blóðtrýst økir eisini um vandan fyri at fáa æðrakálking, og harvið eisini vandan fyri blóðtøppi í hjarta og heila. Harafturat økist eisini vandin fyri heilabløðing og hjarta- og nýrasviknan.

      Vit skilja ímillum tvey sløg av blóðtrýsti:

    • Systoliska trýstið er tað, sum hjartað skapar, tá tað kreppir seg saman og trýstir blóðið út í kroppin.

    • Diastoliska trýstið er tað lága trýstið, ella hvílitrýstið millum samankreppingarnar.

    • Tá blóðtrýstið verður mátað hjá læknanum, skal tað helst liggja undir 140/90. Mátar tú blóðtrýstið heima, skal tað helst ikki fara upp um 135/85. Ert tú í vandabólki fyri at fáa hjartasjúku, hevur sukursjúku ella nýrasjúku, skal blóðtrýstið ikki fara upp um 130/80.

    •  Tú merkir ikki altíð, um blóðtrýstið er ov høgt. Men høgt blóðtrýst økir um vandan fyri at fáa álvarsligar sjúkur, og eigur tí at vera viðgjørt.

  • Sukursjúka
    • Sukursjúku ella diabetessjúklingar eru í størri vanda enn onnur fyri at fáa hjartasjúku. Tí er serliga umráðandi at diabetessjúklingar halda neyvt eyga við blóðtrýsti og kolesteroli.
  • Strongd
    • Nýggj gransking vísir, at samanhangur er millum langtíðar strongd og hjartasjúkur.

    • Orsøkin er m.a. at strongd ávirkar blóðrenslið, elvir til høgan puls og høgt blóðtrýst, umframt at økja um feitt í blóðinum.

      Harafturt hava strongd fólk lyndi til at liva ósunnari enn annars, m.a. við atliti til royking, mat- og drekkivanar, manglandi rørslu osfr.

  • Alkohol
    • Eingin nøgd av alkoholi er heilt uttan árin á heilsuna.
    • Tað verður ikki mælt til at drekka alkohol fyri at betra um hjartaheilsuna
  •  Svøvnur
    • Minst til at fáa nóg mikið av svøvni. Vaksin skulu hava 7-9 tímar hvørja nátt. Góður regluligur náttarsvøvnur hevur týdning fyri heilsuna.
Eingir lutir