Visti tú?
- at hjartað slær uml. 35 milliónir ferðir - um árið?
- at hjartað pumpar uml. 5 - 7 l. av blóð runt í likaminum um minuttin?
Tað eru uml. 7200 litrar um dagin
Hjartasjúkur
Tað eru fleiri bólkar av hjarta- og blóðrenslusjúkum.
Vanligasta hjartasjúkan kemur av æðrakálking í krúnuæðrunum (coronaræðrunum), sum veita blóð til sjálvan hjartavøddan.
Um kálkingin gevur tronga á krúnuæðrarnar, so at blóðrenslið verður tarnað, fær ein hjartakrampa (angina pectoris).
Um blóðrenslið tippist í einari krúnuæðr, fær ein "blóðtøpp í hjartað".
Aðrar hjartasjúkur eru sjúkur í hjartaklaffunum, ólag á hjarta- sláttinum, viðføddar hjartasjúkur o.a.
Blóðrenslsjúkur uttan fyri hjartað koma eisini oftast av æðrakálking og geva t.d. kolubrand á fótum og slagtilburð (apopleksi) við lamni.
Ein onnur sera vanlig blóðrenslsjúka er ov høgt blóðtrýst, sum eisini hevur við sær øktan vanda fyri slagtilburði og hjartasjúku.
Forkamartitran og forkamarflákran
Forkamartitran og forkamarflákran hava somu sjúkueyðkenni og verða viðgjørdar á sama hátt.
Atrieflimran kalla vit eisini forkamartitran og er tað, sum oftast órógvar regluligu hjartarytmuna. Vanliga fara elektrisku innskotini frá sinusknútinum og breiða seg um alt hjartað. Sinusknúturin styrir hjartasláttinum og gevur eina javna rytmu. Forkamartitran kemur av, at elektrisku innskotini koma ymsa staðni frá í forkømrunum. Hetta hevur við sær óregluligan elektriskan virknað, og gevur óregluliga og skjóta hjartarytmu. Forkømrini trekkja seg ikki saman sum vanligt, men standa og titra.
Forkamartitran kann koma í stuttum herðindum, sum vara í minuttir til tímar; longri herðindi kunnu vara í fleiri dagar og vikur, og so kann tað eisini titra alla tíðina. í byrjanini steðga herðindini oftast av sær sjálvum, men sum frá líður kunnu herðindini leingjast, og bara steðgast við heilivági ella við elektriksum stoyti, sum verður gjørt undir fullari doyving. Forkamartitranin kann eisini gerast varandi. Hevur tú einaferð havt forkamartitran, er stórur vandi fyri at fáa hana aftur.
Forkamartitran er meinaleyst órógv, skilt á tann hátt, at titranin í sær sjálvum er vandaleys. Tó hevur forkamartitran nakrar álvarsamar fylgjur við sær, sum roynt verður at sleppa undan:
Øktur vandi fyri blóðtøppi í heilanum
Titrandi rørslurnar í forkømrunum kunnu gera sveitar av blóði í forkømrunum. Sveitarnir kunnu ríva seg leysar og verða førdir út í kroppin, m.a. í heilan. Tí skal altíð umhugsast, um tú skalt hava blóðtynnandi viðgerð, tá tú hevur forkamartitran.
Hjartasvíkjan
Hevur tú ov títtan puls í longri tíð, kann tað slíta uppá hjartað, so pumpuvirknaðurin versnar so mikið, at tað kann hava hjartasvíkjan við sær.
Tí er týdningarmikið, at tú fært heilivág, sum forðar hjartanum at sláa ov skjótt.
Tá tað snýr seg um forkamarflákran er elektriski virknaðurin í forkamarinum regluligari. Men hon er oftast framvegis ov títt.
Vandabólkar
Fleiri orsøkir kunnu verða viðvirkandi til, at tú ert í vanda fyri at fáa forkamartitran:
- Høgur aldur
- Ov høgt blóðtrýst
- Høgt stoffskifti
- Ovurvekt
- Diabetes
- Kronisk lungnasjúka
- Niðursettur nýravirknaður
- Ov stór rúsdrekkanýtsla
Hevur tú forkamartitran í herðindum, so økist vandin fyri herðindum í sambandi við t.d. fepur/ígerðarsjúku, sálarlig strongd, rúsdrekka og kaffi.
Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini kunnu vera sera ymisk. Summi hava eingi sjúkueyðkenni, meðan onnur plágast illa av sjúkueyðkennum.
Hevur tú sjúkueyðkenni, so eru tey vanligastu:
- Skjótur óregluligur pulsur
- Hjartabankan
- Svimbul
- Andaneyð
- Bringupína
- Órógv- og kensla av angist
Hevur tú onkur av hesum sjúkueyðkennunm, so skalt tú tosa við lækna skjótast til ber.
Kanning
til tess at ávísa forkamartitran krevst, at læknin sær tína hjartarytmu, meðan tú hevur herðindi av forkamartitran. Í fyrsta umfari verður tikið eitt kardiogramm (EKG). Koma herðindini bara av og á, er møguligt at eygleiða hjartarytmuna við einum lítlum upptakara, ið verður festur á bringuna. Afturat hesum verður ein ultraljóðskanning av hjartanum gjørd.
Blóðroyndir verða eisini gjørdar fyri m.a. at kanna um stoffskiftið er ov høgt.
Viðgerð
Viðgerðin er treytað av, hvørji sjúkueyðkenni tú hevur og um tey eru í herðindum ella sum varandi forkamartitran. Hevur tú nógv sjúkueyðkenni, verður viðgerðin serliga rættað eftir at royna at halda fast um normala hjartarytmu. Hevur tú fá ella eingi sjúkutekin, verður ofta staðfest, at tú hevur varandi forkamartitran og viðgerðin verður frekvensstillandi.
- Blóðtynnandi viðerð, sum skal byrgja fyri blóðtøppum - serliga í heilanum
- Frekvensstillandi viðgerð, sum er heilivágur, ið skal forða pulsinum at gerast ov skjótur, tá tú hevur forkamartitran
- Títtleikajavnandi viðgerð, sum er viðgerð, ið skal byrgja fyri ella forða, at tú fært fleiri herðindi við forkamartitran
- DC-konvertering (el-stoytur í bringuna, at fáa rytmuna í rætt lag)
- Ablatión (innvortis inntriv í vinstra/høgra forkamar)
Blóðtynnandi viðgerð
Uttan mun til um tú hevur forkamartitran/flákran í herðindum ella varandi, er týdningarmikið, at støða verður tikin til, um tú skalt hava blóðtynnandi viðgerð. Blóðtynnandi viðgerðin skal byrgja fyri vandanum fyri blóðtøppum serstakliga í heilanum.
Vandin fyri blóðtøppi í heilanum verðu settur upp í móti vandanum fyri bløðingum orsakað av blóðtynnandi viðgerðini.