Hjartatúrur við Westward Ho 1. september 2018
Slupptúrur fyri vaksnar limir í Hjartafelagnum saman við familjum við hjartabørnum.
Sigldu út í Nólsoyarfjørð í fínum veðri, fiskaðu, prátaðu og nutu løtuna.
Deiligur dagur og deiligur túrur.
Myndir: Gilli Brend í Hoyvík og Eyðna Joensen
Gongutúrur við Leitisvatn í Vágum 9. juni 2018
Gott veður, gott ferðalag, frísk luft og vøkur náttúra - so verður tað ikki nógv betri :-)
Vit byrjaðu við einum kaffimunni og vaflum í fjósinum hjá Hans Jørgensen. Síðan varð farið til gongu við Thomas Hans Gaardlykke sum ferðaleiðara.
Eftir túrin fingu vit nátturða frá Asian Food í kirkjukjallaranum í Miðvági.
Vit takka fyri, at tit komu við í góðum lagi.
Myndir: Kasper Kyhl og Eyðna Joensen