Sum limur í Hjartafelagnum verður tú fyrst og fremst boðin við til tey tiltøkini, sum vit skipa fyri. Tað kunnu vera tiltøk fyri allar limir ella tiltøk í ymsu stuðulsbólkunum.

Endamálið við okkara tiltøkum er altíð, at tú sum limur skalt fáa nakað burturúr. Tað kann eitt nú vera:

  • kunning um nýggja vitan á hjartaøkinum
  • góð ráð og vegleiðing um tað at liva við hjartasjúku
  • møguleiki at tosa við onnur í somu støðu sum tú
  • hugnaløtur við skemti og einum góðum bita

 

Samstundis ert tú við til at stuðla okkara arbeiði við at betra um viðurskiftini hjá føroyskum hjartasjúklingum, og at upplýsa um og fyribyrgja hjartasjúkum.