Hjartabarnið stóra gávu frá Klaksvíkar Inner Wheel

21.
jan
2026

Eldsálirnar í Inner Wheel í Klaksvík valdu at lata føroyskum hjartabørnum inntøkurnar frá jólasølu í 2025. Tilsamans bleiv hetta til yvir 35.000 krónur. 


Á føðingardagsfundinum hjá Klaksvíkar Inner Wheel tann 12. januar kundi Jastrid Gullaksen avdúka upphæddina, sum Klaksvíkar Inner Wheel hevur savnað saman við søluni av til- og frá seðlunum við heklaðu hjørtunum og søluni av lekru hondgjørdu Madagaskartaskunum í alskyns sniðum og litum á jólaluksusloppum.

 

Úrslitið gjørdist 35.290 krónur. Peningurin fer óskerdur til Hjartabarnið í Føroyum, sum er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum. Bólkurin er ein partur av Hjartafelagnum í Føroyum og varð settur á stovn í november 2008.

Fríðhild Højgaard tók vegna Hjartabarnið móti kekkinum, og greiddi frá um arbeiðið, tey gera við eitt nú tiltøkum, har til ber at hitta onnur hjartabørn og avvarðandi at hjartabørnum sum foreldrakvøld við sálarfrøingi, rørsludegi o.a.m., og takkaði fyri kærkomna stuðulin.

Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi hevur íalt 18 limir og er partur av einari heimsumfatandi kvinnurørslu í 104 londum við umleið 108.000 limum. Endamálið er at fremja vinarlag, hjálpsemi og altjóða fatan. Inner Wheel er ein ópolitiskur felagsskapur og ein av størstu heimsfelagsskapum, hvørs endamál er at hjálpa kvinnum og børnum. Klaksvíkar Inner Wheel klubbi bleiv stovnaður í 1975.

Skrivað: Eyðna Joensen