Jólagávur til hjartabørn
1.
des
2025
Áhugabólkurin Hjartabarnið hevur aftur í ár søkt og fingið stuðul frá Team Rynkeby Føroyar til at lata føroyskum hjartasjúkum børnum millum 0 og 14 ár jólagávu.
Foreldur kunnu senda áhugabólkinum Hjartabarnið boð umvegis Facebook við navn og aldri á sínum hjartabarni.
Gávurnar verða handaðar á hugnaløtu í Megd-húsinum. Tíðspunktið verður kunngjørt seinni :-)