Tiltak: Hugnakvøld fyri menn við hjartasjúku

4.
nov
2025

Hjartafelagið bjóðar til hugnakvøld fyri menn við hjartasjúku, har møguleiki verður at práta við aðrar um lívið við hjartasjúku.

Vit bjóða kaffi og okkurt gott til góman - tit práta um felags royndir og lívið við hjartasjúku sum fylgisveini.

Set kross í kalendaran og ver hjartaliga vælkomin í Megd-húsið á Íslandsvegi 10C í Havn tann 20. november kl. 19.00.

 

Skrivað: Eyðna Joensen