Alkohol verjir ikki hjartað

17.
jun
2025

Eingir fyrimunir við alkoholi fyri hjartaheilsu

Tú hevur kanska hoyrt, at alkohol í smáum nøgdum er gott fyri hjartað. At alkohol bara skaðar, um tú fært ov nógv av tí, og at í smáum nøgdum kann tað beinleiðis vera gagnligt.

Tað er ikki rætt!

Tvørturímóti staðfestir gransking, at eisini alkohol í smáum nøgdum økir um vandan fyri hjartasjúku, eitt nú høgum blóðtrýsti, hjartasvíkjan og hjartatilburði.

Seinasta granskingin at staðfesta hetta er gjørd av Tim Stockwell, granskara á University of Victoria í Canada.

”Hugtakið at alkohol í smáum nøgdum er gagnligt fyri hjartað hevur verið endurtikið ov ofta og ov leingi” sigur Charmaine Griffiths, stjóri í EHN, sum er Evropiskt netverk fyri hjartaheilsu.

Hjartasjúkur eru høvuðdeyðsorsøk í ES. 1,7 milliónir menniskju doyggja í ES hvørt ár orsakað av hjartasjúku, og hildið verður, at 50.000 av teimum doyggja av hjartasjúku beinleiðis orsakað av alkoholi.

”Tað er langt síðani staðfest, at eingin nøgd av alkoholi er gagnlig fyri hjartaheilsu”, sigur Marleen Kestens, leiðari fyri fyribyrgjandi átøk hjá EHN.

“Atlit at fólkaheilsu eiga at viga tyngri enn gamlar mytur og uppáhald. Sterk reglugerð, sum er grundað á fakta er neyðug fyri at hjálpa fólki at liva longri og betur.”

 

Les meira um evnið á heimasíðuni hjá EHN

 

Skrivað: Eyðna Joensen