Koppseting móti beinkrími og Koronu
13.
okt
2024
Heilsutrygd bjóðar ókeypis koppseting til fólk yvir 65 ár og til fólk við varandi sjúku.
Ert tú undir 65, men hjartasjúk/ur, so hevur tú eisini rætt til ókeypis koppseting móti beinkrími, koronu og pneumokokkum, t.e. lungnabruna.
Hjartafelagið viðmælir hjartasjúklingum at fylgja tilmælinum hjá landslæknanum og lata seg koppseta. Best er at gera tað so skjótt sum gjørligt, áðrenn beinkrímið ordliga fer at ganga.
Tað ber til at lata seg koppseta fyri fleiri sjúkur í senn. Ert tú í iva um t.d. pneumokokkkoppsetingina, mæla vit til at tosa við kommunulæknan fyrst.
Les meira um koppseting á heimasíðuni hjá Heilsutrygd