Reglulig kanning staðfesti hjartatrupulleika
"Tað er av týdningi, at vit fara til kanning" sigur Fríðálvur A. Jensen, sum uttan at vita tað, gekk við viðføddum hjartafeili í 60 ár.
Fríðálvur greiðir soleiðis frá:
Ein vanligan dag, fyrst í 2018, fór eg til kanning á ambulatorinum, har vanlig blóðroynd varð tikin, men varð eisini lagdur á briksina, har eg skuldi fáa tikið eitt EKG.
Nakað seinni skuldi eg so fáa úrslitið at vita, sum var eitt nakað øðrvísi svar, enn tað eg var vanur við.
Tá læknin hevði sagt mær úrslitið av blóðroyndini, sum var heilt í lagi, nevndi hann, at tað var eitt ella annað við EKG´num, sum kundi bera boð um, at okkurt var við hjartanum, sum hann vildi hava kannað nærri.
Eg bleiv ikki sørt bilsin av hesum, men var sjálvandi við upp á hetta, sjálvt um eg, um tað mundið, ikki føldi nakað við hjartanum.
Tá var eg júst fyltur 60 ár, so kanska var hetta ikki tað stóra, men eg fekk so eina tíð á hjartadeildini, har eg so møtti upp.
Eg møtti við tað sama sera blíðum og hjálpsomum starvsfólkum, sum eg allan vegin havi møtt og seti stórt virði í!
Kom so inn á eina kanningarstovu, har eg varð biðin at leggja meg á eina briks, har skanningin av hjartanum skuldi gerast.
Tá alt hetta var liðugt, bað viðkomandi meg um at fara út eina løtu, meðan tey so skuldu hyggja eftir tí, tey vóru komin til.
Fekk boðini
Eftir eina løtu, varð eg aftur biðin at koma inn, har viðkomandi við einum stórum modelli av einum hjarta vísti mær, hvar eg hevði mín trupulleika.
Tað vísti seg, at eg var føddur við einum deformum Aorta hjartaklappi, tí flest øll hava ein trídeildan loka, meðan eg so hevði ein tvídeildan.
Hetta hevði so havt við sær, at gjøgnum árini var hesin blivin ótættur og deformaður, sum so hevði avbjóðingar fyri sjálvt hjartað.
Ein kann so siga, at tað er kanska at undrast yvir, at eg havi gingið í 60 ár við hesum, men eg hevði ongan trupulleika havt av hjartanum, men eri sjálvandi fegin um, at hetta varð funnið í tøkum tíma.
Eftir hetta var eg til ymsar kanningar og var eisini í MR-skannaranum, har læknin gjørdi sær sína nærri meting um støðuna.
Reglulig kanning
Eftir at alt hetta varð staðfest og tey høvdu greitt mær frá støðuni, bleiv eg kunnaður um, at eg mátti koma til kanningar hálva hvørt ár.
Men, tá eg so bleiv kannaður á vári 2019, sóu tey, at hjartað var versnað, so eg fekk valið millum at koma triðja hvønn mánað til kanning, ella at farið varð undir fyrireiking til eina skurðviðgerð.
Eg var beinanvegin klárur til tað seinna, tí tað gav onga meining, at skjóta hetta út, so eg bað tey seta alt ígongd.
Viðgerðin á Ríkissjúkrahúsinum
Tá so alt var lagt tilrættis, gekk leiðin til Danmarkar á sumri 2019, har vit vórðu tikin væl ímóti á Hotel Tórshavn og Ríkissjúkrahúsinum.
Tað tóktist kortini nokkso møtimikið, at skula undir allar mongu kanningar umaftur, tí tað var ikki møguligt at kanningarnar í Føroyum kundu flytast við, men, sum eg skilji, verður arbeitt við tí.
Millum hesar kanningar var kortini ein, har eg varð lagdur inn ein dag, tí tey vildi fara inn at kanna, um tað vóru onnur viðskifti, tey skuldu gera nakað við, tá eg skuldi leggjast undir skurð.
Tað vísti seg, at har vóru ikki aðrir trupulleikar enn sjálvur hjartaklappin, so eg varð sendur á sjúklingahotellið at bíða, til eg skuldi undir sjálva skurðviðgerðina.
Eg fekk so boðini um, at 16. august skuldi eg fáa ein sokallaða opna skurðviðgerð, sum kom at taka nakrar tímar.
Alt gekk gott
Aftur her má eg geva mítt rós til starvsfólk og læknar, tí eg má siga, at eg allan vegin varð hjálptur og sjálv viðgerðin gekk sera væl.
Dagin undan skurðviðgerðini høvdu konan og eg eina samrøðu við sjálvan skurðlæknan, har hann greiddi frá gongdini og vildi geva mær ein biologiskan hjartaklapp.
Tað er eitt ella annað við, at tey plaga at geva sjúklingum ein mekaniskan til fylta 65 ár, men í mínum føri, vildi hann mæla til ein biologiskan – sjálvt um eg var 61 ár.
Havi tað gott
Eftir sjálva viðgerðina, var eg sjálvandi nokkso veikur, men eftir eini tíð, fór at ganga væl framá, so fyrst í oktober var eg aftur til arbeiðis.
Eg vil so siga, at tað hevur nógv at siga, at ein ger nakað við at ganga og røra seg, tí eg merkti rættiliga væl, at tað var sera gott undan sjálvari viðgerðini og aftaná.
Ein áheitan er til øll og serliga okkum menn, at vit lata okkum kanna og at taka tað í álvara, sum verður sagt við okkum!
Tað var avgjørt gott, at eg fekk hetta gjørt, tí eg kann bara ímynda mær, at hetta kom at fáa onkra avleiðing, tí undan sjálvari viðgerðini, kundi eg onkuntíð føla á mær, at eg ikki orkaði heilt tað sama.