Nær hevur tú seinast verið hjá lækna, maður?

19.
nov
2023

19. november er altjóða mannfólkadagur, sum m.a. verður nýttur til at gera vart við mannfólkaheilsu.

Kanningar vísa, at menn ofta bíða ov leingi við at fara til lækna, og tá teir verða spurdir um hví, er eitt av svarunum, at teir ikki hava tíð.

Samstundis vita vit, at

  • Menn roykja meira enn kvinnur
  • Menn hava fleiri lívstílssjúkur enn kvinnur
  • Menn liva styttri enn kvinnur

 

Okkara áminning henda altjóða mannfólkadag er tí henda:

Setir tú ikki tíð av til heilsu á ungum árum, mást tú seta tíð av til sjúku seinni í lívinum.

 

  • Far til lækna, um tú kennir nakað á tær
  • Syrg fyri at kenna tølini, tvs.
  • Kanna blóðtrýstið
  • Kanna kolesterol
  • Kanna um pulsurin er regluligur

 

Góðan mannfólkadag

Skrivað: Eyðna Joensen