Øll børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív
5.
apr
2023
Hjartafelagið tekur undir við yvirlýsingini frá meginfelagnum MEGD, har heitt verður á myndugleikarnar um skjótast gjørligt at fáa burtur allan mismun vegna brek.
Tað er ein sannroynd, at lógir og kunngerðir í fleiri førum ikki eru nóg væl og ítøkiliga orðaðar, og harumframt, at manglandi samstarv millum myndugleikar og viðkomandi partar hevur óhepnar fylgjur.
