Tiltak - Sálarligar avleiðingar av hjartaskurði
12.
jan
2023
Bypass bólkurin hjá Hjartafelagnum skipar fyri tiltaki fyri sjúklingar, sum eru skurðviðgjørdir fyri hjartaklaffar ella hava fingið bypass, og teirra avvarðandi.
Kári Leivsson, sálarfrøðingur, fer at greiða frá sálarligu avleiðingunum av opnari skurðviðgerð.
Tiltakið verður 17. januar kl. 19.00 í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Havn.
Tilmelding er ikki neyðug. Ver hjartaliga vælkomin!
