Jógvan Weihe stuðlar hjartabørnum

1.
des
2022

Sølan av einum sergjørdum vøkrum spinnara í avmarkaðari nøgd hevur givið tilsamans 5.000 kr., sum Jógvan Weihe hevur latið áhugabólkinum Hjartabarnið.

Fiskiáhugað hava millum aðra útgerð hjá Jógvan Weihe í eitt avmarkað tíðarskeið kunna keypt ein sergjørdan spinnara, sum Charles Olsen hevur sniðgivið. Harvið hava tey samstundis stuðlað føroyskum hjartabørnum. 

 

Handan av stuðli frá P/F Jógvan Weihe

Sølan hevur gingið væl, og á einum tiltaki hjá Hjartabarninum varð stuðulin handaður. Charles Olsen handaði vegna P/F Jógvan Weihe Eyðnu Joensen, forkvinnu í Hjartafelagnum, stuðulin og ein spinnara.

Vit eru so sera fegin um stuðulin, og tað kreativa átakið, sum Jógvan Weihe hevur staðið fyri.

Í Føroyum verða uml. 5 børn um árið fødd við hjartafeili.

 

Skrivað: Eyðna Joensen