Stuðul frá Jólamerkjagrunninum
30.
nov
2022
Jólamerkjagrunnurin, sum hvørt ár stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung í Føroyum, hevur í ár m.a. latið áhugabólkinum Hjartabarnið 8.000 kr.
Fríðhild Højgaard tók vegna Hjartabarnið ímóti stuðlinum, sum vit eru sera takksom fyri, og sum m.a. fer til at hugna um jólini hjá føroyskum hjartabørnum.
Í ár fingu eisini Kvinnuhúsið og Spælihetjurnar stuðul frá Jólamerkjagrunninum.
