Tiltak - Hjartað í fokus í Løkshøll

15.
sep
2022

Altjóða hjartadagin 29. september kl. 18.30 verður tiltak um hjartaheilsu í Løkshøll. Øll eru vælkomin!

Tá hjartað steðgaði – Arnbjørg Tórbjarnardóttir greiðir frá síni søgu

Lívið sum avvarðandi – Ingibjørg Egholm og Beinta Hammer greiða frá 

Hjartarørsla – Rannvá Jørgensen, fysioterapeutur greiðir frá 

Kvinnukórið Fljóðljóð syngur

Hjartaheilsa og kolesterol – Sanna á Borg, hjartalækni og granskari greiðir frá

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt upplýsandi og hugnaligt kvøld í Løkshøll.

Skrivað: Eyðna Joensen