Kennir tú pulsin?

1.
sep
2022

Er tín pulsur regluligur?

Visti tú, at tað ikki er líka mikið, um pulsurin er regluligur ella ikki? Hevur tú óregluligan puls, kann talan vera um atrieflimran eisini nevnt forkamarflimran.

Hevur tú atrieflimran, ert tú í vanda fyri at fáa blóðtøpp.

Finn pulsin á skøvninginum ella hálsinum. Legg tveir fingrar á og kanna um pulsurin er regluligur. Er hann ikki tað, bið um tíð hjá læknanum fyri at kanna nærri.

Kanna eisini pulsin hjá tínum nærmastu.

Skrivað: Eyðna Joensen