Salade Nicoise við royktum makreli

10.
jun
2022

Tilfar

2 egg
100 g - grønar bønur
2 hjartasalat
200 g - kókað epli
250 g - cherrytomatir
100 g - royktur makrelur
1 bakki av karsi
Pipar úr kvørn

(Oliven, um tær dámar)
 

Sinnopsdressingur

1 tsk. grovkornaðum dijonsinnopi
2 tsk. hvídvínseddikur
1 tsk. flótandi hunangur
1 spsk. olivenolja
 

Afturvið

2 fullkorns pitabreyð á 80 g
 

Soleiðis gert tú

Salade Nicoise

Kóka eggini i ca. 8 minuttir, og lat kølna. Flis eggini og sker tey í helvt. Klipp bønurnar, og kóka tær í lættsalaðum vatni í 4 minuttir. Stoyt vatnið frá og skola tær við køldum vatni. Skola hjartasalatina, og ’turka’ í salatsleingju. Sker eplini í smærri bitar ella flísar. Sker tomatirnar í helvt.

Sinnopsdressingur

Píska tilfarið til dressingin saman og vend saman við salatini. Grilla pitabreyðini á eini grillpannu í ca. 3 minuttir á hvørjari síðu.

Borreið hjartasalat við eggum, eplum, bønum og tomatum. Breið makrel yvir salatina og síðan karsu omaná. Krydda við pipari, og borðreið við pitabreyði.

PREI

Restin av roykta makrelinum heldur sær í køliskápinum í ílati við loki á. Njót hann sum viðskera á grovt breyð til miðmála, ella saman við eini salat av restum úr køliskápinum.

 

Vælgagnist!

Skrivað: Eyðna Joensen