Altjóða hjartadagur

29.
sep
2021

29. september er altjóða hjartadagur


Tað er dagurin, tá vit øll kunnu minna hvør annan á at hugsa við hjartanum og at taka atlit til hjartað og hjartaheilsu í gerandisdegnum.

Ert tú hjartasjúklingur, er umráðandi, at tú koppsetir teg móti beinkrími og koronusjúkuni

Ger alt tú kann, fyri at fáa dagliga rørslu í minsta lagi í 30 min. Tað kann vera at dansa, ganga, renna, putla í urtagarðinum, syngja og annað mangt. Royn at fáa pulsin upp.

Et heilsugóðan og styrkjandi mat

Legg av at roykja

Ver saman við teimum, sum geva tær orku og gleði

Góðan hjartadag

Skrivað: Eyðna Joensen