Stórfingin peningagáva frá Team Rynkeby Føroyum

27.
sep
2021

Aftur í ár hevur tað eydnast gulu hetjunum á súkklu - Team Rynkeby Føroyar - at savna stóra peningaupphædd til frama fyri gransking, Beran og børn við hættisligum sjúkum - herundir eisini hjartabørn.

Kekkur áljóðandi kr. 1,13 mió. varð handaður Krabbameinsfelagnum við móttøku í Finsen leygardagin 25. september. 

Vegna áhugabólkin Hjartabarnið takkaði Fríðhild Højgaard fyri stórfingnu gávuna. Vit eru sera takksom fyri tað megnararbeiði, sum Team Rynkeby Føroyar ger, og fyri møguleikan hjá føroyskum hjartabarnafamiljum at søkja um fíggjarligan stuðul.

Av hjartanum takk <3

 

Skrivað: Eyðna Joensen