Hjartagóður morgunmatur
27.
sep
2021
Havragrýn eru sera sunn og væl egnaði til morgunmat.
Um tú etur havragrýnini rá ella dámar betur havragreyt, hevur ikki so nógv at siga. Stroy frukt omaná, so tú fært ágóðan av fruktini eisini.
Til ber eisini at stroya havragrýn og frukt oman á soltið jogurt.
Dámar tær betur breyð enn havragrýn, so et heldur grovt breyð enn fransktbreyð.