Hjartagóður matur

27.
sep
2021

Í stuttum eru kostráðini: 

  • Et meira av grønmeti, fullkorni og fiski.
  • Et minni av feitti, kjøti, salti, søtum og hvítum mjøli.

 

Til dømis sunnari morgunmatur

Havragrýn eru sera sunn og væl egnaði til morgunmat.

Um tú etur havragrýnini rá ella dámar betur havragreyt, hevur ikki so nógv at siga. Stroy frukt omaná, so tú fært ágóðan av fruktini eisini.

Til ber eisini at stroya havragrýn og frukt oman á soltið jogurt.

Dámar tær betur breyð enn havragrýn, so et heldur grovt breyð enn fransktbreyð.

 

 

 

Skrivað: Eyðna Joensen