Evnisdagur um rørslu og hjartaheilsu í Suðuroy

14.
sep
2021

Hjartafelagið á ferð – kom við!

Rørsla og hjartaheilsa eru á skránni, tá Hjartafelagið skipar fyri almennum evnisdegi í skúlanum í Trongisvági 25. september

Vilt tú vita meira um týdningin av rørslu og kosti í sambandi við hjartaheilsu, so er ikki at halda seg aftur. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum byrjar kl. 9.30.

Á skránni er m.a.:

·      Fysioterapeutur, sum greiðir frá týdnininginum av dagligari rørslu og gevur góð ráð til venjingar

·      kostráðgevi sigur frá heilsugóðum mati

·      dansur sum heilsugóð rørsla

·      møguleiki fyri at kanna blóðtrýstið

·      gongutúrur við ferðaleiðara

·      útferð til elverkið í Botni

 

Hjartafelagið syrgir fyri mati og drekka ígjøgnum dagin, og tí er neyðugt við tilmelding.

Vinarliga boða okkum frá luttøku innan 22. september í telduposti til hjartafelagid@gmail.com, á Facebook/Messenger ella á tlf. 286134 ella 230410.

Smyril fer av Havnini kl. 07.00 og norðuraftur av Krambatanga kl. 18.30.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan og gevandi dag í Suðuroy saman við tykkum.

 

 

Skrivað: Eyðna Joensen