Nevndin hevur skipað seg

21.
apr
2021

Nýggj nevnd varð vald á aðalfundinum 16. mars 2021. Av serligum orsøkum var nevndarval ikki avgreitt í 2020, so tvey val vórðu avgreidd á aðalfundinum.

Í fyrra valinum stóðu Amy Ljósheim og Jan Jóanesarson fyri vali. Amy tók við afturvali, meðan Jan Jóanesarson ikki stillaði uppaftur. Í hansara stað varð Jan Rasmussen valdur.

Í seinna valinum stóðu forkvinnan, Hans Jørgensen og Esmi Olsen fyri vali. Umframt tiltakslimirnar Sigga Durhuus og Ingibjørg Egholm.

Forkvinnan Eyðna Joensen og Hans Jørgensen tóku við aftuvali, meðan Esmi Olsen ikki stillaði uppaftur. Í hennara stað varð Ingibjørg Egholm vald, og Sigga Durhuus tók við afturvali sum tiltakslimur. Nýggjur tiltakslimur er Páll Hammer.

Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis:

Forkvinna: Eyðna J. M. Joensen, næstforkvinna: Amy Ljósheim, skrivari: Ingibjørg Egholm.

Helgi Nielsen heldur fram sum eksternur kassameistari.

Skrivað: Eyðna Joensen