Apple ávarar um iPhone 12 og pacemaker

28.
jan
2021

Hevur tú icd ella pace maker skal tú ansa tær við iPhone 12.

Nýggjasta snildfonin hjá Apple iPhone 12 hevur innbygda magnet, sum er so kraftmikil, at hon kann ávirka tín icd og/ella pace maker so mikið, at tólið ikki virkar. Tí mælir Apple frá at hava iPhone 12 í bringulummanum ella í heila tikið nærri enn 15 cm frá icd'aranum ella pace maker'anum.

Endamálið við magnetini í snildfonini er at gera tað lættari at løða telefonina tráðleyst við MagSafe løðaranum, eisini frá Apple.

Hesir MagSafe løðararnir eru heldur ikki egnaðir at hava ov tætt við icd ella pace maker tól.  

Skrivað: Eyðna Joensen