Korona - Minst til at koppseta teg móti beinkrími

29.
sep
2020

Visti tú, at tú hevur rætt til ókeypis koppseting móti beinkrími, um tú hevur hjartaviknan ella ert skurðviðgjørd/ur fyri hjartasjúku?

Kanningar vísa, at fólk við kroniskari sjúku, herundir hjartasjúklingar, eru í størri vanda fyri at fáa álvarsligar fylgjur av Koronusmittuni enn onnur.

Kanningar vísa eisni, at deyðstíttleikin hjá teimum, sum verða smittað, er hægri, um viðkomandi hevði krím eisini.

 

Tosa við kommunulæknan um koppseting.

 

Skrivað: Eyðna Joensen