Altjóða hjartadagur er 29. september

28.
sep
2020

Hjartafelagið tekur undir við altjóða hjartafelagnum, sum heitir á okkum um at hugsa við hjartanum og at taka atlit til hjartað og hjartaheilsu í okkara gerandisdegi.

Tað hevur ongantíð verið meira umráðandi at hava hjartað í huga enn nú, Korona herjar.

Kanningar vísa, at hjartasjúklingar, eru í størri vanda fyri at fáa álvarsligar fylgjur av smittuni enn onnur.

Kanningar vísa eisini, at ein av fylgjunum av Koronasmittuni er langtíðarávirkan á hjartað, eisini hjá fólki, sum ikki vóru hjartasjúk áðrenn smittuna.

Afturat vanligu tilmælunum um handreinføri, frástøðu og munnbind, eru okkara tilmæli:

  • Ert tú hjartasjúklingur, er umráðandi, at tú koppsetir teg móti beinkrími
  • Ger alt tú kann, fyri at fáa dagliga rørslu í minsta lagi í 30 min. - hóast Koronu
  • Et heilsugóðan og styrkjandi mat
  • Legg av at roykja
  • Ver saman við teimum, sum geva tær orku og gleði

Góðan hjartadag <3                                        

Skrivað: Eyðna Joensen