Hug at vera við í granskingarætlan?

4.
mai
2020

 Hevur tú havt blóðtøpp í hjartanum í tíðarskeiðnum juni 2017 til juli 2019? So hevur tú nú møguleika at vera við í spennandi granskingarverkætlan, sum Jacobina Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi skipar fyri. 

Jacobina greiðir soleiðis frá:


Ætlanin við hesum uppslagnum er, at finna fram til 3-4 fólk við hjartaæðrasjúku, sum eru áhugaði í,
at hjálpa til í eini granskingarverkætlan.


Eg eri í gongd við at fyrireika eina granskingarverkætlan, sum skal kanna hvussu venjing ávirkar
blóðstorknan hjá teimum, sum hava havt blóðtøpp í hjartanum. Tvs. teimum sum hava fingið stent í
hjartað ella eina operatión av hjartaæðrunum.


Fyri at gera hesa verkætlanina, havi eg tørv á, at 150 fólk gjøgnumføra verkætlanina. Í fyrsta umfari
verða fólk boðin við, sum hava havt blóðtøpp í tíðarskeiðinum juni 2017 til juli 2019. Men hetta
tíðarskeiðið verður víðkað eftir tørvi, og onnur áhugaði uttanfyri tíðarskeiðið eru sjálvandi vælkomin
við. Helvtin av luttakarunum verða sett til at venja tríggjar ferðir um vikuna í 12 vikur, meðan hin
helvtin livir víðari eins og tey plaga. Hetta verður avgjørt við lutakasti. Hereftir er luttøkan í
granskingarverkætlanini liðug.


Tað eru eisini nøkur ting, sum kunnu gera, at ein ikki verður boðin við, m.a. um ein hevur pacemaker,
um tað er minni enn eitt ár síðani blóðtøppin, um ein tekur blóðtynnandi av slagnum Marevan,
Xarelto, Eliquis ella Pradaxa og nakrar støður afturat.


Uppgávurnar hjá teimum, sum ynskja at verða við í fyrireikingunum verða:

  1. At møta upp til ein innleiðandi fund, har vit eisini ætla fáa tykkum at royna nøkur av
    venjingarprogrammunum (tekur uml. 2 tímar).
  2. Møta upp til ein fund, beint áðrenn verkætlanin fer í gongd (tekur uml. 1 tíma).
  3. Møta upp til ein fund eftir at helvtin av venjingartíðini er farin (tekur uml. 1 tíma).


Fyri at fáa ein bólk, sum umboðar so breitt sum møguligt, er ætlanin at fáa umboð frá báðum kynum,
fólkum sum hava fingið ávikavist stent og hjartaæðra operatión, fólk áðrenn og aftaná
pensjónsaldur, og at fleiri støð í landinum verða umboðaði. Ein og sami persónur kann sjávandi lúka
fleiri av hesum treytunum samstundis.


Tað er einki krav um, at luttaka í granskingarverkætlanini, sjálvt um ein er við í fyrireikingunum.
Útreiðslur í samband við ferðing aftur og fram til fundirnar verða dekkaðar.


Ætlanin er, at verkætlanin fer spakuliga í gongd í juli 2020, um korona loyvir tí. Fyrsti
fyrireikingarfundur verður tí væntandi í mai ella juni.


Um tú hevur hug til, at verða við í fyrireikingunum til hesa granskingarverktlanina, har tín uppgáva
verður at umboða fólk við hjartaæðrasjúku, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
verkætlanarleiðaran, Jacobinu Kristiansen. Hjartalækni Jan Rasmussen er kliniskur ábyrgdari av
verkætlanini.

Jacobina Kristiansen, Lækni, ph.d.-lesandi á Landssjúkrahúsinum


Mail: jackr@ls.fo, Telefon: 234530

Skrivað: Eyðna Joensen