Korona - kunning um hjartabørn í sambandi við, at dagstovnar og skúlar lata upp aftur

8.
apr
2020

Myndugleikarnir hava nú tikið avgerð um, at dagstovnar og skúlar varliga lata upp aftur, og at børn okkara kunnu fara út aftur. Tó verður sagt, at tey foreldur, ið hava møguleika at halda børnini heima, eru vælkomin at gera tað, tí møtiskylda er ikki í skúlanum hesa fyrstu tíðina.

Avgerðin at lata børnini fara út aftur er tikin m.a. tí, at børn sýnast ikki at verða eins sjúk av Korona sum vaksin. Sambært donskum barnalæknum er hetta eisini galdandi fyri hjartabørn.

Tó er ein bólkur av hjartabørnum, sum læknarnir enn meta skulu skýggja Koronasmittuna.

Hesin bólkur eru børn við niðanfyri standandi diagnosum:

·       Eitt hjartakamar

·       Hjartasvíkjan í tann mun, at neyðugt er við vatndrívandi heilivági og/ella ACE-hemmarum (Captopril, enalapril, Ramipril)

·       Høgt blóðtrýst í lungarenslinum (pulmonal hypertension)

·       Hjartatransplanteraði

·       Børn 6 vikur eftir hjartaskurðviðgerð

·       Shunt frá høvuðspulsæðr til lungapulsæðr

Tó er umráðandi at leggja afturat, at eisini børn við hesum diagnosum, væntast at koma fyri seg efter Koronasmittu uttan álvarsliga sjúku.

Øll onnur hjartabørn metast ikki at vera í størri vanda enn onnur í sambandi við Koronasmittuna.

So hvørt sum vitanin um Koronasmittuna og ávirkanina á ymsar sjúklingabólkar verður størri, kann verða, at barnalæknarnir broyta síni tilmæli, soleiðis at enn fleiri børn kunnu byrja á dagstovni aftur.

Kelda: Danska Hjartafelagið  - Tað er umráðandi at halda seg dagførdan fyri at vita, um tilmælið viðv. hjartabørnunum verður broytt!

 

Skrivað: Eyðna Joensen