Heimavenjing fyri eldri

25.
mar
2020

Tað er minst líka umráðandi at røra seg nú vit eru heima orsakað av Koronasmittuni, sum allar aðrar tíðir. Venjingarmiðstøðir, endurvenjingarlið og onnur rørslutilboð eru ikki ein møguleiki í løtuni, tíverri, men hinvegin hava fleiri teirra flutt undirvísingina út á netið.

M.a. leggur Fysioterapeuttoymið hjá Tórshavnar Kommunu hvønn mikumorgun nýggjar venjingar út á netið til tín at fylgja við og gera eftir.

Trýst á leinkjurnar niðanfyri og ven saman við dugnaliga fysioterapeutinum :-)

https://youtu.be/BpSp4qEBmOc

https://youtu.be/q5sEd8sU8xs

 

Eisini sendir Kringvarpið morgunfimleik hvønn morgun yrkadagar.

 

Skrivað: Eyðna Joensen