Korona - Eg toli sera illa at verða smittaður

20.
mar
2020

24 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø noyðist at vera heima við hús. Hann skal ansa serliga væl eftir, tí Coronasmittan er sera vandamikil fyri hann. Rólant er í viðgerð við immundempandi heilivági, sum ger at hann hevur so lága immunverju, at kroppurin ikki megnar at standa ímóti smittum.

-Um eg, eitt nú, fái fepur, skal eg innleggjast, og fái sum oftast ein IV pensilinkur (ígjøgnum æðrarnar), tí mín kroppur tolir ikki at vera sjúkur.

Fyri knøppum 10 árum síðani gjørdist Rólant so sjúkur, at neyðugt varð hjá honum, at fáa eitt nýtt hjarta. Eftir hjartaflutningin í 2010 hevur verið neyðugt við alskyns sløgum av heiligvági. Ein av hesum er immundempandi heiligvágur, sum tryggjar, at kroppurin ikki skjýtur nýggja hjartað burtur. Men hesin heilivágurin ger somuleiðis, at Rólant er serliga útsettur fyri øllum sjúkum - eisini COVID-19. 

Les meira í greinini, sum Anna Poulsen hevur skrivað fyri Dimmalætting

https://dimma.fo/-eg-toli-sera-illa-at-verda-smittadur

 

Skrivað: Eyðna Joensen