Hjartasjúk skulu ansa sær í sambandi við Koronasmittuna
13.
mar
2020
Fólk við kroniskari sjúku, og harvið eisini hjartasjúku, eru í størri vanda fyri at fáa álvarsliga fylgjur av Koronasmittuni enn onnur. Tó er tað soleiðis, at ert tú stabilur i mun til sjúkuna, er vandin minni enn um sjúkan er í óstabilari støðu.
Hesi skulu serliga ansa sær:
- Eldri fólk og kroniskt sjúk
- Fólk við hjartasjúku, lungnasjúku, høgum blóðtrýsti, krabbameinssjúklingar og illa reguleraðir diabetessjúklingar.
- Fólk, sum hava fleiri kroniskar sjúkur.
- Fólk, sum eru í immunlækkandi viðgerð.
- Hjartasjúklingar, sum eru ávirkaðir av sjúkuni, og sum hava sjúkutekin, sum avmarka tey í gerandisdegnum, eitt nú:
- andaneyð,
- bringupínu,
- hjartarútmuórógv,
- hjartasvíkjan
- niðursett pumpufunktión (har EF er 45 ella niðanfyri)
- æðrakálking (í hjarta ella beinum)
- atrieflimran
- sjúku í hjartaklaffa
- nýliga skurðviðgjørd
- Børn, ung og vaksin við viðføddari hjartasjúku