Altjóða hjartadagur 2019
Altjóða hjartadagur er 29. September.
Altjóða hjartadagurin snýr seg um, at vit øll hjálpast at fyri at tryggja hvør øðrum eitt longri, betri og hjartasunnari lív.
Fakta frá ‘World Heart Day’:
· Í heimshøpi taka hjartasjúkur hvørt ár lívið av 17,9 mió. fólkum, og væntandi fer hetta talið at økjast upp í 23 mió. innan 2030.
· Mett verður, at hetta talið kundi verið nógv lægri, um 4 teir størstu vandarnir: royking, ósunnur matur, ov lítil rørsla og ovurnýtsla av alkoholi vórðu tiknir meira í álvara.
· Royking og passiv royking taka árliga livið av uml. 6 mió. fólkum, og eru beinleiðis orsøk til 10% av teimum, sum doyggja av hjartasjúku. 28% av teimum, sum doyggja orsakað av passivari royking eru børn.
· Smáar lívsstílsbroytingar kunnu gera stóran mun fyri hjartaheilsuna. Eitt nú at leggja av at roykja, røra seg í minsta lagi 30 minuttir dagliga og at leggja um til heilsubetri mat.
· Politiska skipanin eigur at seta munagóð tiltøk í verk fyri at minka um títtleikan av hjartasjúkum, eitt nú við at hækka prísin á tubbakki, leggja avgjøld á mat við høgum salt- og sukurinnihaldi, eggja fólki at røra seg meira, og at hava eina strategi viðvíkjandi ovurnýtslu av alkoholi.