3 ára gamla Daniella livir við hjartasjúku

29.
sep
2018

 

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein heilt vanligur mikudagur, seint seinnapart í býlinginum Í Kass í Rituvík. Navnið stavar frá einum staði beint omanfyri. Har standa eini gul hús, tey einastu reint gulu húsini mitt í bygdini og húsini eru heimið hjá trý ára gomlu Daniellu Fríðu, tveimum systrum, mammuni Fríðhild og pápanum Hanna, sum sjálvur er rituvíkingur. Fríhild eru ættað úr Runavík. Eisini býr ein pinkulítil hamstrari í køkinum og hann motionerar í hjólinum í búrinum tá ið hann ikki svevur ella etur. Tað angar av stoktum leyki, Hanni ger døgurða. Hann er heima akkurát nú og er annars maskinmeistari umborð á Heyki, ein ísfiskatrolari hjá Faroe Origin. 

Í sofuni sita Daniella og hinar báðar eldru systrarnar, tær eru seks og sjey ára gamlar og eru ógvuliga góðar við lítlusystrina. Tær spæla akkurát sum onnur børn. Tey eru júst komin aftur av ferð í Barcelona. Øll eru brún og Daniella er barasta so forkølað, tað hevur onki at gera við, at hon hevur veikt hjarta, hon toldi ikki rættuliga aircon, ella kølingarskipanina á hotellinum í Spania og tað er ein heilt vanlig reaktión hjá fólki úr kaldaru londunum.

                         -Daniella er eitt hjartabarn, tað eru øll børn. Men hon er eisini við í einum bólki í Hjartafelagnum, har foreldur og avvarðandi hjá børnum, sum eru hjartasjúk, hittast. Og hesi børnini verða kallaði hjartabørn, tí tey hava sjúku ella brek í hjartanum.

                         -Daniella er fødd við hjartafeili. Tá ið hon var til vanligu kanningina fimm vikur eftir at hon varð fødd, ein kanning sum verður gjørd fyri allar nýføðingar, legði læknin merki til eitt misljóð í hjartanum. Síðan varð hon flutt á barnadeildina á landsjúkrahúsinum og annan dagin eftir til Danmarkar, sigur Fríðhild Højgaard.

  

Fleiri skurðviðgerðir

                         -Hon varð skannað og har var galið. Tað vísti seg, at Daniella er fødd við tveimum høgra síðum. Tað vil siga, at hon hevur tvey høgra lungir. Æðrarnar í hjartanum eru ikki sum tær skulu , hon hevur dupultsett av æðrum, meðan æðrar, ið eiga at liggja í hjartanum liggja uttanfyri hjartað. Somuleiðis manglar skilaveggurin ímillum hjartakømrini og ein hjartaklaffi. Og har afturat vísti tað seg, at Daniella manglaði miltið, hetta hevur við sær at Daniella er meir útsett fyri infektiónum og um hon fær fær fepur, skal hon í antibiotika viðgerð.

-Daniella bleiv løgd undir sínu fyrstu skurðviðgerð, tá íð hon var einans 18 dagar og onnur skurðviðgerð bleiv gjørd, tá hon var ½ ár. Hettar vóru skurðviðgerðir, ið báðar vóru planlagdar og gingu sera væl. Tá triðja og væntandi seinasta planlagda skurðviðgerð bleiv gjørd seinasta summar, gekk verri. Tá komu álvarsligar komplikatiónir uppí og endaði tað við at Daniella mátti gjøgnum tríggjar drúgvar skurðviðgerðir í tveir dagar. Men eftir drúgt intensivt forløb og uppafturvenjing er Daniella komin seg heilt væl. Møguliga skal hon undir skurð aftur, men tað vita vit ikki enn, tí Daniella hevur tað gott nú, somikið gott, at hjartalæknin, ið er í Føroyum tvær ferðir um árið, heldur ikki, at Daniella nýtist at koma til kontrol aftur fyrrenn næsta summar. Og slíkt gevur okkum gott mót, sigur Fríðhild Højgaard

                          -Hjartatrupulleikar eru í familjuni hjá manninum og tíbetur hava hinar báðar døturnar hjá okkum ongar trupulleikar við hjartanum.

                         -Sjálv eri eg útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Eg tók prógv í 2010 og í løtuni arbeiði eg á barnadeildini á landsjúkrahúsinum. Sjúkan hjá Daniellu er í hvussu er ein orsøk til, at eg havi avgjørt at arbeiða har.

 Fríðhild Højgaard við trý ára gomlu dóttrini Daniellu á arminum úti á altanini í húsunum í Kass í Rituvík. Nólsoyggin hómast í baksýni og er næstan ikki til at kenna aftur úr hesum vinklinum. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Ein deilig genta

                         Tað eru avbjóðingar at vera foreldur til eitt barn, sum hevur trupulleikar sum Daniella.

                         -Daniella er meira bundin av mær, enn hinar døturnar, fortelur Fríðhild. Og tað liggur í okkum foreldrum, at ynskja alt tað besta fyri okkara børn. Onkuntíð kemur ótti á okkum, tí vit vita, at hon er veikari enn systrarnar og er okkurt, hugsa vit, er tað nú hjartað.  Vit vita, at hon hevur ein kompliseraðan hjartafeil, men hon er komin seg ótrúliga væl.  

                         -Daniella er ein røsk genta, stuttlig og hevur ein vilja, sum eg veit ikki hvat. Hon er glað, syngur og kennir seg ikki øðrvísi enn onnur børn, hóast orkan ikki er sum hjá øðrum børnum. Hennara hjartafeilur ger, at blóðið hjá Daniellu einans iltar 80 %. Hettar hevur við sær, at hon ikki orkar eins væl at renna o.a. eins og onnur børn. Men hon elskar at tekna og perla og mála.

 -Og systrarnar eru ógvuliga nógv um hana og hon saman við teimum. Tað er stuttligt at síggja, hvussu góðar tær eru við hvørja aðra.

 

Hjartabarnið

                         Hjartabarnið er ein áhugabólkur undir Hjartafelagnum fyri foreldur og avvarðandi at børnum við hjartasjúkum. Og foreldrini hjá Daniellu eru virkin í hesum felagsskapi.

                         -Hjartabarnið er ein góður bólkur. Tað er gott at vera saman við øðrum foreldrum, sum eiga hjartasjúk børn og sum kenna støðuna. Tað mennir okkum sum foreldur.

                         -Daniella er í barnagarði. Hon gongur í barnagarðinum á Mýrunum í Runavík. Í fyrstuni var hon á stórari stovu, men tað gjørdist ov stríggið fyri hana. Hon krevur meira og ov fá starvsfólk vóru til hana. Men barnagarðurin hevur loyst málið og nú er  hon á eini serstovu við seks børnum og við fleiri starvsfólkum og hon trívist væl.

                         -Eg eri eisini fegin um ta viðgerð, sum vit hava fingið frá heilsuverkinum, bæði í Føroyum og í Danmark, sigur Fríðhild at enda.

  

Les fleiri søgur 

Skrivað: Eyðna Joensen