Hjartastartararar mugu ikki vera innilæstir

29.
sep
2018

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein innilæstur hjartastartari hjálpir ikki nógv. Teir mugu vera tøkir, teir mugu vera almennir, annars bjarga teir ikki lívi. Hetta er samadrátturin av fyrsta minuttunum, nú eg siti og práti 74 ára gamla John Ellefsen í heimi hansara í Sandágøta 6 á Argjum, her hann hevur búð seinastu 49 árini. Konan Borghild hevur bakað eina góða kaku og vit fáa kaffi. John hevur slættan búk og eg leggi merki til, hann bara sker eitt lítið stykkið av køkuni. “Mær dámar søtt, men ansi eftir.” sigur hann.

                      17 januar í ár mundi verið seinasti dagurin John var á lívi, um ikki umstøður og tilvildin var til steðar.  “Ella stýrdi kanska onkur øllum,” sigur John Ellefsen hart fyri seg sjálvan, meðan vit práta.

                      -Eg eri pensionistur og havi nógva frítíð og ein part av hesi frítíð brúki eg til at gera hjálpararbeiði fyri Reyða Kross. Einaferð um mánaðin koyri eg og savni brúkt klæðir fyri Reyða Kross. Hendan dagin hevði eg verið norðanfyri og seinasta stop var hjá Bláa Krossi í Runavík. Vanliga er Hans Mortensen við, men hann hevði forfall hendan dagin. Eg fylti bilin saman við Kristiannu Johannesen frá Bláa Krossi í Runavík og skuldi fáa tann seinasta sekkin inn í bilin, tá íð eg fall um og visti einki til mín.

                      -Og nú kemur tilvildin so tilvildarliga, sum tilvildin nú einaferð ger. Eg skuldi verið deyður av tilburðinum. Men tríggjar tímar framman undan hevði Stig Davidsen, sum arbeiðir á skrivstovuni hjá arbeiðarafelagnum Hæddini, sett hjartastartaran út á gongubreytina, beint við har eg small um. Arbeiðarafelagið heldur, at hjartastartarin ger meira nyttu úti. Og beint eftir, at eg var smallin, kemur Kristin Olsen framvið. Hon hevði júst koyrt mammu sína til Bláa Kross, har hon hjálpir til. Akkurát hendan dagin var Kirstin farin inn á Bláa Kross við mammuni, og hon fór ikki beinanvegin avstað aftur. Hon drakk ein kaffimunn har inni og júst hesin kaffimuðurin gjørdist avgerandi fyri meg. Og Kirstin hevði júst verið á fyrstahjálparaskeið í Suðuroy og dugdi at fáast við ein hjartastartara og tað bjargaði mínum lívi. Var hon farin víðari, tá ið mamman var komin á Blá Kross, var ongin at betjena hjartastartaran.

John Ellefsen hevði siglt av 17 januar í ár av einum hjartatilburði, um ikki tilvildin bjargaði honum. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard

                      -Her eru trý ting, sum henda samstundis og sum bjarga mær lívinum. Fyri tað fyrsta stóð hjartastartarin uttanfyri. Og so hendir tað, at Kirstin steðgar á, eftir at hon hevur sett mammuna av. Og inni á Blá Kross arbeiðir eisini Kristianna Johannesen og er hjástødd, tá íð eg felli um og hon ringir til 112 beinanvegin. Og tað vísti seg, at sjúkrabilurin var á veg norður eftir við einum sjúklingi, sum skuldi flytast til Klaksvíkar og sum ikki var í lívsvanda. Hann varð settur av við bensinstøðina í Leirvík og síðan koyrdi sjúkrabilurin út til Runavíkar, so skjótt sum til bar.

                      -Eg havi fingið fortalt aftaná, at hjartastartarin gav mær ein sterkan stoyt og hjartað fór í gongd aftur. Hetta hendi klokkan 13,30  og eg vaknaði ikki aftur fyrr enn um 7-8  tíðina um kvøldið. Eg visti ongantíð til mín,

                      -Um tað vildi illa til, hevði tað verið ein góður deyði, tí eg visti einki.  Men av tí, at eg fekk góða og skjóta viðgerð, fekk eg einki mein.

                      -Eg varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið og fekk ein ICD ísettan. Hesin virkar sum ein hjartastartari, sum gevur ein sterkan stoyt, um hjartað steðgar. Og hann er samstundis ein pacemakari.  Tey siga, at stoyturin er so máttmikil, at tað er sum at vera sparkaður av einum hesti.

                      -Eg havi einki merkt til hjartað gjøgnum lívið. Fyri tveimum árum síðan varð staðfest okkurt við hjartanum og eg fekk bypass og læknarnir halda, at talan er um eina familjusjúku.

 

Takksamur

                      John er ein takksamur maður í dag. Hann hugsar aftur á hendingina og dagarnar aftaná

                      -Har vóru so nógv góð fólk, sum traðkaðu til. Fleiri kenna seg uppsteðgaði aftaná. Eg spekuleri ikki so nógv og eri ikki merktur.  Eitt veit eg so, tað nyttar ikki at goyma hjartastartarar burtur. Teir mugu standa frammi.

                      John hevur arbeitt innan bilvinnuna alt lívið. Fyrst var hann i samfull 13 ár bilmekanikari hjá Wenzel Petersen. Harav var hann í 11 ár verkførari. Síðan fór hann at arbeiða hjá Tryggingini sum sýnsmaður og var har í 33 ár.

 

John og konan Borghild í stovuni í heimi teirra í Sandágøtu 6 ár Argjum. Hon er fegin um at hava fingið mannin heilan aftur frá ógvusliga hjartatilburðinum í januar. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.

                      -Lívið sum pensionistur er ikki so galið. Vit keða okkum ikki. Konan Borghild er ættað úr Dali og vit hava hennara barndómsheim, har eru vit nógv um summarið. Eg eri sjálvur ættaður úr Miðvági og har eiga vit eina trøð og eitt hús á trøðni. Vit hava veltu á trøðni. Vit eiga ein son og eina dóttir og tey hava verið á trøðni, síðan tey vóru børn, og nú er tað tey, sum taka yvir og sum føra ann í veltingini og barnabørnini eru eisini við.

                      -Vit hava trivist á Argjum, vit hava búð her næstan alt lívið. Húsini vóru eitt ára gomul, tá ið vit keyptu tey í 1968 og tá vóru bara seks hús her í grannalagnum. Nú er alt bygt.

 

Les aðrar søgur 

Skrivað: Eyðna Joensen