Tiltak - Kom ein túr við Hjartafelagnum

30.
mai
2018

Leygardagin 9. juni kl. 15.00 skipar Hjartafelagið fyri gongutúri við ferðaleiðara niðri við Vatn í Vágum. Har er høgligt at ganga, so øll fáa verið við.

Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at skapa eitt høvi fyri hjartasjúklingar at hittast og tosa við onnur í somu støðu, og somuleiðis fyri teirra makar og avvarðandi at hittast. At vit so samstundis kunnu njóta náttúruna og frísku luftina og hesa uppliving saman, ger tað ikki verri.

Túrurin tekur væntandi uml. tveir tímar. Ein góður túrur í góðum lagi vekir matarlystin og tí fara vit eftir túrin at fáa ein bita at eta saman.

Tiltakið er ókeypis, men fyri at kunna skipa fyri tí við matinum, er neyðugt at vita nøkulunda, hvussu nógv koma og tí er best um tit boða frá luttøku.

Send okkum eini sms-boð á tlf. 274695, helst áðrenn 5. juni.

Vit hittast við heilsumiðstøðina á Hornavegi 12 í Miðvági og fara so til gongu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

Skrivað: Ingi á Steinamørk