Ein góður gongutúrur um dagin er góður fyri hjartað
Uml. 1 av 100 børnum verða fødd við hjartafeili
Yvir 3.000 føroyingar hava hjartasjúku
Royking elvir til hjartasjúku

Gongutúrur við Hjartafelagnum

9. juni fara vit ein túr vestur í Vágar at ganga fram við Leitisvatni við ferðaleiðara. Bypass bólkurin skipar fyri og bjóðar øllum limum í felagnum at vera við á túrinum.

Hetta er eitt óført høvi at njóta náttúruna og at práta við onnur í somu støðu sum tú.

Eftir túrin fáa vit ein bita at eta, og tí er neyðugt at boða frá luttøku.

Sig okkum eini sms boð á tlf. á nr. 274695.

Vit hittast við heilsumiðstøðina á Hornavegi 12 í Miðvági kl. 15.00 og fara til gongu haðanifrá.

Vit síggjast :-)

Tiltakið er ókeypis.

Vit síggjast :-)

Nýggj heimasíða

Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu. Hon er ikki heilt liðug, men vit arbeiða støðugt við at gera hana betri. Tú ert hjartaliga vælkomin at fylgja við :-)

Tíðindi

Altjóða roykfríur dagur 2018

31.
mai
31. mai er altjóða roykfríur dagur. Heimsheilsustovnurin WHO hevur í ár valt at vísa á vandarnar við tubbaki í mun til…

Tiltak - Kom ein túr við Hjartafelagnum

30.
mai
Leygardagin 9. juni kl. 15.00 skipar Hjartafelagið fyri gongutúri við ferðaleiðara niðri við Vatn í Vágum. Har er høglig…

Nevndarvalið á aðalfundinum 15. mars 2018

15.
mai
  Sum vant var val av nevndarlimum á skránni á ársaðalfundinum. Fyri vali stóðu Jensa Heinesen, tiltakslimur, og Ann Ø…

Ársaðalfundur Hjartafelagsins 15. mars

27.
feb
Ársaðalfundur verður 15. mars kl. 19.00 í hølunum hjá MBF á Íslandsvegi 10 í Havn. Skrá sambært viðtøkunum. Harumframt…