Hjartasjúk skulu ansa sær í sambandi við Koronasmittuna

13.
mar
2020

Fólk við kroniskari sjúku, og harvið eisini hjartasjúku, eru í størri vanda fyri at fáa álvarsliga fylgjur av Koronasmittuni enn onnur. Tó er tað soleiðis, at ert tú stabilur i mun til sjúkuna, er vandin minni enn um sjúkan er í óstabilari støðu.

Hesi skulu serliga ansa sær:

  • Eldri fólk og kroniskt sjúk
  • Fólk við hjartasjúku, lungnasjúku, høgum blóðtrýsti, krabbameinssjúklingar og illa reguleraðir diabetessjúklingar.
  • Fólk, sum hava fleiri kroniskar sjúkur.
  • Fólk, sum eru í immunlækkandi viðgerð.
  • Hjartasjúklingar, sum eru ávirkaðir av sjúkuni, og sum hava sjúkutekin, sum avmarka tey í gerandisdegnum, eitt nú:
    • andaneyð,
    • bringupínu,
    • hjartarútmuórógv,
    • hjartasvíkjan
    • niðursett pumpufunktión (har EF er 45 ella niðanfyri)
    • æðrakálking (í hjarta ella beinum)
    • atrieflimran
    • sjúku í hjartaklaffa
  • nýliga skurðviðgjørd
  • Børn, ung og vaksin við viðføddari hjartasjúku
Skrivað: Eyðna Joensen