Tiltak - Hjartabørn bowla

16.
sep
2019


Sunnudagin 29. september verður árligi bowlingtúrurin fyri hjartafamiljurnar. Vit bowla, hugna okkum og fáa okkurt gott at eta aftaná. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og endar kl. 18.00.

Vit gleða okkum at síggja tykkum :-) Sig okkum hvussu nógv tit koma, áðrenn 26. september, so vit kunnu bíleggja banar og mat.

Send okkum teldupost á hjartafelagid@gmail.com ella send okkum eini boð á Facebook.

Skrivað: Eyðna Joensen