Hvat kanst tú gera? Alt ger mun

29.
sep
2019

Altjóða hjartadagurin leggur upp til, at vit nýta høvið at geva okkum sjálvum og hvør øðrum eitt lyfti um at betra um hjartaheilsuna hjá okkum øllum.

Hvat er títt lyfti? 

Tað góða er, at alt ger mun. Smáar broytingar og lítil tiltøk kunnu gera stóran mun. Her eru nøkur hugskot:

Heima

  • Ger tær til vana at fáa onkran út við tær at ganga regluliga, so betrar tú um egna heilsu og heilsuna hjá hinum.
  • Legg teg eftir at gera heilsubetri mat til tín sjálvs og børnini - so betrar tú um heilsuna hjá tykkum øllum.
  • Syrg fyri regluliga at fáa blóðtrýst, blóðsukur, kolesterol og BMI kannað - tað lønar seg at kenna síni tøl.
  • Legg av at roykja.
  • Lær teg fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara.
  • Syrg fyri at koma út í dagsljós og fríska luft dagliga.
  • Øll rørsla ger mun - dansa meira, flenn meira, gakk meira, arbeið í garðinum - finn tað, sum hóskar best til tín.

 

Til arbeiðis

  • Kanna um tín arbeiðsstaður hevur hjartastartara, og harnæst um hjartastartarin er atkomuligur eisini eftir arbeiðstíð - so ert tú við til at tryggja tínum starvsfelagum og fólki nærhendis møguleika fyri skjótari hjálp, um illa skuldi vilja til.
  • Skipa fyri fyrstuhjálparskeiðið fyri starvsfelagarnar.
  • Hevur tín arbeiðsstaður eina fruktskipan? 
  • Hvussu fundast tit? Er møguleiki fyri, at fara út og 'spáka og gáka', heldur enn altíð at sita inni?
  • Hevur tín arbeiðsstaður ein roykipolitikk? Er møguleiki hjá tínum starvsfelagum at fáa stuðul til at leggja av?
  • Hevur tín arbeiðsstaður eina stuðulsskipan til teirra, sum ynskja at íðka ítrótt?
  • Arbeiðir tú á skrivstovu? Legg teg eftir ikki at sita allan dagin. Til ber at standa og arbeiða við flestu skriviborð í dag.
  • Verð tilvitað/ur um arbeiðstrýst og strongd.

Góða eydnu <3

Skrivað: Eyðna Joensen