Methøg Rynkeby innsavning til børn við lívshættisligum sjúkum

15.
sep
2019

Team Rynkeby Føroyar, sum savnar pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum, handaði leygardagin 14. september ársins kekk til Krabbameinsfelagið, sum umsitur peningin fyri Team Rynkeby grunnin.

Heili 1,4 mió. kr., sum fara til gransking og stuðul til føroysk børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Á samkomuni umboðaði Ása Dánjalsdóttir 'Hjartabarnið' og bar fram takkarkvøðu.

Rynkeby grunnurin letur stuðul til børn, sum eru rakt av krabbameini, hjartasjúku ella lungnasjúku. Harumframt fær felagsskapurin Berin stuðul til sítt virksemi við børnum, sum hava mist foreldur ella systkin.

Skrivað: Eyðna Joensen