Evnisdagur - Lívið við hjartasjúku

1.
nov
2018

Kom við til evnisdag í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum leygardagin 17.  november kl. 9.00 - 14.00

 

Skráin er soljóðandi:

09.00 - 09.30 Morgunmatur

9.30 - 10.00 - Fysioterapeutar á Landssjúkrahúsinum greiða frá um rørslu

10.00 - 10.20 - Heðin Thomsen, hjartalækni

10.20 - 10.30 - Steðgur

10.30 - 12.30 - Samrøðubólkar, sum sjúkrarøktarfrøðingar leiða

12.30 - 13.15 - Døgurðasteðgur

13.15 - 13.35 - Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi og HR-leiðari

13.35 - 14.00 - Robert McBirnie undirheldur

14.00 Vit takka fyri dagin 

Tiltakið er ókeypis, men vinarliga boða frá luttøku í telduposti til hjartafelagid@gmail.com ella á Facebook.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

 

Skrivað: Eyðna Joensen