Hjartastartarar í almenna rúminum

29.
sep
2018

Seinastu árini hava alt fleiri fyritøkur, kirkjur, eigarafeløg, ítróttarfeløg osfr. avgera at keypa og heingja upp hjartastartarar. 

Tað eru vit sera fegin um, og vóna at tað heldur fram.

Hjartastartarar gera tó ikki nógvar skreytir einsamallir. Tað besta er sjálvsagt, um tørvur ongantíð verður á teimum. Men verður hinvegin tørvur á hjartastartara, er neyðugt:

  1. at hjartastartarin er viðlíkahildin regluliga, soleiðis at battaríið ikki er deytt, tá hann skal brúkast. 
  2. at hann er atkomuligur. Ein innilæstur hjartastartari er falskur tryggleiki, tí fólk kunnu fáa hjartasteðg nær tað skal vera - ikki bara í vanligari upplatingartíð.
  3. at fólk tora at brúka hjartastartaran, um tað verður neyðugt. 

Tí er umráðandi, at fólk syrgja fyri at læra seg at brúka hjartastartara og at geva hjartamassasju, soleiðis at tey ikki aftra seg at traðka til, tá neyðin er størst.

Les søguna her á síðuni um John Ellefsen, sum var so heppin, at hjartastartari júst var vorðin tøkur, tá hann small um í Runavík, og ikki minst at fólk skundaðu sær at traðka til og bjarga honum lívið.

Veitst tú hvar tín nærmasti hjartastartari er? 

Kanna síðuna www.hjartastartari.fo og finn tín nærmasta startara. Hevur tín fyritøka ella felag ein startara, sum ikki er skrásettur, er gott at boða hjartastartaranetverkinum frá.

Skrivað: Eyðna Joensen