Nevndarvalið á aðalfundinum 15. mars 2018

15.
mai
2018

 

Sum vant var val av nevndarlimum á skránni á ársaðalfundinum.

Fyri vali stóðu Jensa Heinesen, tiltakslimur, og Ann Østerø, næstforkvinna. Hvørgin teirra stillaði upp aftur og í teirra stað vórðu valdar ávikavist Ingibjørg Egholm og Amy Ljósheim.

Sigga Durhuus, tiltakslimur, stóð eisini fyri vali og varð afturvald.

Fyri Rudi Kollslíð varð Kasper Kyhl valdur.

 

Nevndin hevur seinni skipað seg soleiðis:

Eyðna Joensen, forkvinna

Amy Ljósheim, næstforkvinna

Esmi Olsen, skrivari

Hans Jørgensen

Kasper Kyhl

Tiltakslimir:

Sigga Durhuus

Ingibjørg Egholm

 

Kassameistari er Helgi Nielsen.

Skrivað: Ingi á Steinamørk