Tiltak: Hjartatúrur við Westward Ho

27.
aug
2018

Nú fara vit aftur ein túr :-)

Hesa ferð bjóða Hjartafelagið og Áhugabólkurin Hjartabarnið limum sínum ein frískligan og hugnaligan túr við sluppini Westward Ho.

Um viðrar, fara vit av Havnini leygardagin 1. september kl. 14.00 og leggja at aftur uml. kl. 17.00.

Møguleiki verður at fiska. Best er at vera í heitum klæðum.

Tekna teg til tiltakið í telduposti hjartafelagid@gmail.com ella á Facebook.

Sig okkum hvussu nógv vaksin og børn tit eru, og hvussu gomul børnini eru.

Vit síggjast :-)

 

Skrivað: Eyðna Joensen