Altjóða roykfríur dagur 2018

31.
mai
2018

31. mai er altjóða roykfríur dagur.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur í ár valt at vísa á vandarnar við tubbaki í mun til hjartaheilsu. Alt ov nógv doyggja alt ov tíðliga orsakað av hjartasjúku, og alt ov nógv vita ikki, at tubbak er høvuðsorsøk til hjartasjúkur.

WHO metir, at uml. 2 mió. fólk doyggja árliga orsakað av tubbaki, og tí eggjar WHO fólki til at velja góða heilsa heldur enn tubbak.

Skrivað: Eyðna Joensen